Nógv rósti sjónleikurin, UPPHAV, verður sýndur í Vestmanna mikukvøldið 15. apríl.
UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hestoynna 1. apríl í 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr oynni sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini. UPPHAV er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti, eins væl og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiðið. Leikurin er serstakur, tí hann lýsir ikki bert søguna um menninar, ið druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir.
Tað er Gunnvá Zachariasen, ið er stigtakari til UPPHAV og sum eisini framførir einarøðuleikin. Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað.
Leikurin verður sýndur í Auluni í skúlanum og atgongumerki kunnu keypast her.
Brot úr viðmælum:
“Upphav er besti leikur eg havi sæð, at lýsa hetta fyribrigdi, hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og saman skapa egnar søgur, ið greitt koma út um senukantin.” Birgir Kruse, Birkblog 05.10.2025
“Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar.” Kinna Poulsen, Listaportal 05.10.2025
“Fyri eina tjóð, ið hevur livað av og við havinum í so nógv ár, er hetta kollektiva sorgarsøgan, ið vit hava brúk fyri.” Niels Uni Dam, Facebook 05.10.2025







