Vestmanna kommuna bjóðar nú eitt øki á umleið 700 fermetrar út til bústaðarbygging.
Fleiri ynskja sær ein bústað í Vestmanna, og javnan spyrja fólk seg fyri um møguleikar at fáa fatur á einum bústaði. Tað eru bæði yngri og eldri fólk. Vit leggja sjálvandi nógv fyri, so tað letur seg gera at búseta seg her. Grundstykkir eru tøk, og fleiri hava eisini tikið av tí møguleikanum. Javnan síggja vit tað gleðiligu sjón, at nýggj hús stinga seg upp.
Vit vita tó eisini, at tað eru fleiri, sum ynskja sær fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, og tí vilja vit í Vestmanna eisini kunna bjóða.
Tí hevur bygdarráðið í Vestmanna samtykt at bjóða eitt stykki út at byggja bústaðir á. Økið er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið fyrr stóð.
Tey, sum bjóða inn, skulu koma við sínum uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast, men kravið er, at tað verða bygdir bústaðir, sum eru á einum prísstøði, sum er møguligur at fáa fígging til í Vestmanna. Harafturat skal atlit takast til fólk við rørslutarni.
Kommunan hevur eisini treytað sær, at burðardyggar orkuskipanir verða brúktar.
Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógv og við fríum og góðum útsýni út á fjørðin.
Nærri kunning um søluna og krøv til bústaðarverkætlanina síggjast her.







