Leys størv í Heimatænastuni í VEKS
Hesi størv eru leys at søkja til:
Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, sum eisini fevnir um útiøkið á Streymoynni við Sundalagið.
Korndalsbýlið á Eiði, sum eisini fevnir um útiøkið á Eysturoynni við Sundalagið og við Gjógv.
Fast starv:
· Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Grønanesi, brøk 0,7 – at byrja skjótast til ber.
Tíðaravmarkað størv:
· Heilsurøktari til Heimið á Grønanesi, brøk 0,8 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021.
· Heilsurøktari til Røktarheimið á Mørkini, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 31.08.2021.
· Sjúkrarøktarfrøðingur til Korndalsbýlið, brøk 0,7 – í tíðarskeiðnum 01.05.2021 til 30.09.2021.
Førleikar / krøv
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
· jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
· viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.
· telduførleika á brúkarastøði.
· koyrikort til persónbil.
Tað er ein fyrimunur um umsøkjararnir hava áhuga fyri:
· persónssentreraðari røkt
· palliativari viðgerð og røkt
· ADL
Vit kunnu bjóða
· fjølbroytt størv.
· jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
· skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. apríl 2021, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
· Miu Pedersen, leiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.
· Anniku Torbjarnardóttir, leiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á telefon 793251.
· Helfrid Kruse Poulsen, leiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo