Listaframsýning við Gyðju Hjalmarsdóttir og Lailu Mote
Mánadag – Leygardag
kl. 16:00 – 18:00
Unga og eldra generatiónin hittast um listina á Sýsluskrivstovuni á vestmannadøgunum.
Verkini hjá Gyðu eru grafikkur.
Gyðja hevur seinastu árini arbeitt við grafikki burturav.
Hon er limur í listgrafikkbólkinum Hátrýst, ið hevur regluligar framsýningar.
Gyðja arbeiðir við skurðprentum, carborundum og etsingum.
Minnilutin er íblásturin hjá Lailu
Laila hevur teknað og verið kreativ á ymiskan hátt. Íblásturin til motivini er at vera
ein minnilutur í samfelagnum. Verurnar hava onki serstakt kyn og ongan serstakan
etnicitet, men deila nakrar kensluligar og fysiskar eginleikar.