Nú nýggjársaftan er í hondum, og siður er at brenna bál, vilja vit minna fólk á, at søkja um loyvi at brenna bál og at fara rætt fram.
Tað er brunaumsjónarmaðurin hjá kommununi, sum skal góðkenna øll bál, áðrenn kynt verður. Hetta er sera umráðandi, so øll trygdarkrøv eru í lagi og so okkara Bruna- og sløkkilið kennir til tey bál, sum eru í bygdini.
Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál, og skulu góðkennast av kommununi.
Søkjast kann um loyvi við at senda teldupost til brand@vestmanna.fo. Tú kanst eisini ringja til Tóka Seloy, brunaumsjónarmann, á telefon 770 112 og fáa meira kunning.
At brenna rætt
At brenna bál er hugnaligur siður, men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til skaða, ampar og dálking.
Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar, eitt nú træplattar, trækassar og greinar.
Tá bálið er sløknað, er týdningarmikið at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.
Meira um krøvini til nýggjársbál kann lesast her.







