Í gjár varð landstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, saman við embætisfólki á fundi við Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestmanna og Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóra í Kvívík.
Á vitjanini vóru ymisk heilsuviðurskifti umrødd, og hvørjar ætlanir heilsumálaráðið hevur við eini nýggjari kommunulæknaskipan.
Eftir fundin á kommunuskrivstovuni varð vitjað í læknamiðstøðini í Vestmanna, har landsstýriskvinnan fekk høvi at tosa við Gunnhild Helmsdal, kommunulækna. Øll starvsfólkini í læknamiðstøðini nýttu høvið at greiða landsstýriskvinnuni frá, at tey seta stóran prís uppá góðu hølisviðurskiftini og samstarvið við Vestmanna kommunu.
Samanumtikið fekk Vestmanna kommuna lýst, hvussu væl kommunulæknaskipanin í Vestmanna riggar.