Í eini ætlan at styrkja fakliga førleikan hjá VEKS, sendu vit fleiri starvsfólk á skeið í palliatión í gjár.
Tað er Felag Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga, sum skipaðu fyri degnum, sum snuði seg um linnandi viðgerð síðstu tíðina í lívinum.
Endamálið er at samskipa og menna tænastuna til borgaran og hansara avvarðandi, so at kringumstøðurnar og umsorganin eru so góðar og virðiligar, sum gjørligt, tá tíðin kemur at enda, og lívið rennur út.
Bæði fyri tann doyggjandi ag tey avvarðandi.
Fyrilestrahaldarar vóru Anders Bøgesvang, serlækni, Hansina Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Hanus í Gørðum, prestur, og Elsa Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur.