AVLÝST!
Triðj besta U21 landslið í hondbólti eiga Føroyar, og millum landsliðsspælararnar eru nakrir teirra vaksnir upp í gulum og bláum.
Vestmanna og Kvívíkar kommuna skipar saman við VÍF fyri móttøku fyri landsliðsspælarunum.
Óla Jákup, Sasha, Tróndur og Eyðbjørn. Okkara fýra HM-bronsuvinnarar verða fagnaðir í Miðhøllini klokkan 18.30 mikukvøldið.
Kom og heilsa uppá!
Vestmanna kommuna, Kvívíkar kommuna og VÍF siga nøkur orð.
Kommunan bjóðar kaffi, saft og okkurt søtt.
Landsliðshópurin kemur aftur til Føroya í kvøld. Í morgin eru allir spælarar og venjarar bodnir út í Tinganes til móttøku.
(Mynd: Sverri Egholm/portal.fo)