Vestmanna Kommuna bjóðar hervið til navnakapping.
Virðisløn á kr. 3.000 verður latin fyri besta uppskotið.
Síðan 2017 hevur Vestmanna Kommuna leiga hølið í niðastu hædd hjá Vestmanna Arbeiðarafelag, Bakkavegur 11. Talan er um hølið – har Bryggjan var fyrr. Endamálið við leiguni er mentanarligt virksemi.
Vestmanna Kommuna hevur sett umvælingar av hølunum í verk til tess at dagføra tey til miðalstór mentanarlig tiltøk. Dagføringarnar fevna m.a. um, at pallurin verður størri, og gólvið verður skift. Veggirnir verða tiknir niður soleiðis, at talan verður um eitt opið høli. Tó verður ein flytiligur skilaveggur, so at hølini kunnu deilast í tvey eftir tørvi.
Í hesum sambandi ynskir Vestmanna Kommuna at hølini fáa eitt navn, og bjóðar við hesum til navnakapping fyri hølini.
Ynskiligt er at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum hóskar væl til virksemið.
Sendið navnauppskot saman við frágreiðing um, hví tú heldur títt hugskot vera hóskiligt,
til Vestmanna Kommunu, og merkið brævbjálvan “Navnakapping”.
Freistin fyri at senda inn uppskot er mánadagin 21. mars 2022, kl. 12.00. Uppskot skulu sendast til
vestmanna@vestmanna.fo
ella
Vestmanna Kommuna
Bakkavegur 8
350 Vestmanna
Vestmanna Kommuna velur millum innkomin uppskot og tilskilar sær rættin til ikki at nýta vinnandi uppskotið.