Í samband við, at arbeiðið at breiðka vegin omanfyri kappróðrarneystið nú fer í gongd, verður Niðari Vegur stongdur fyri gjøgnumkoyring.
Niðari Vegur verður stongdur fyri gjøgnumkoyring frá í morgin, mikudag 28. mai, til arbeiðið er liðugt. Vegurin verður stongdur gerandisdagar frá kl. 08:00 til kl. 17:00.
Í hesum tíðarskeiði verður ferðslan víst til Ovara Veg.
Vegurin verður breiðkaður frá nýggju p-básunum yvir til eldru p-básarnar. Hetta er eitt strekki á áleið 30 metrar. Articon ger arbeiðið.