Sára Jógvansdóttir hevur nú tikið sætið sum borgarstjóri í Vestmanna kommunu og hevur havt sín fyrsta arbeiðsdag á kommunuskrivstovuni.
– Eg gleði meg at fara til verka, og tað er nógv, sum farast skal í holt við. Tíbetur hava góð fólk undan mær lagt góðar lunnar, so vit í dag búgva í eini vælvirkandi bygd. Men við einum nýggjum persóni kemur eisini ein nýggjur dynamikkur og ein nýggj áskoðan á viðurskiftini, so tað fer helst at merkjast, at eg nú siti á brúnni, sigur nýggi borgarstjórin.
Sára Jógvansdóttir er uppvaksin í Vestmanna og hevur altíð búð í heimbygdini, undantikið árini, tá ið hon var undir útbúgving í Keypmannahavn. Hon er útbúgvin innan miðlar og samskifti og hevur alt sítt vaksna lív starvast í Kringvarpi Føroya, har hon gamlaársdag hevði sín seinasta arbeiðsdag.
– Fyri meg er tað ein heiður at sleppa at tæna heimbygdini og teimum fólkum, sum her búgva.
Komandi dagarnar ætlar borgarstjórin at vitja ymsu deildinar í kommununi, so hon fær høvi at hitta og práta við starvsfólk.
Sára Jógvansdóttir fekk flestar atkvøður til kommunuvalið í november og var einmælt vald til borgarstjóra. Nývalda bygdarráðið skipaði seg fimm dagar eftir valið.
Nýggja bygdarráðið kemur saman fyri fyrstu ferð 6. januar til ein ráðleggingardag, har bygdarráðið fær upplæring í mannagongdum, dátutrygd, tagnarskyldu v.m.
Vestmanna kommuna ynskir nýggja bygdarráðnum blíðan byrð og takkar samstundis fráfarna borgarstjóra og bygdarráði fyri farna valskeið.