Ein nýggj heimasíða er nú tøk, har alt, ið Vestmanna hevur at bjóða gestum, er savnað á einum stað.
Heimasíðan eitur visitvestmanna.com og er ætlað sum ein sýnisgluggi hjá ferðavinnuni í Vestmanna, og samstundis gera tað lættari og høgligari hjá gestum at leggja sína ferð til rættis.
Á visitvestmanna.com er dentur lagdur á upplivingar, náttúru og mentan. Har kunnu ferðafólk lesa um kendar náttúruperlur, spennandi túrar, søgulig støð og aðrar upplivingar. Eisini eru upplýsingar um matstøð, gisting, tiltøk og aðrar tænastur, sum eru við til at gera vitjanina bæði góða, spennandi og minnisríka.
Heimasíðan stuðlar undir burðardyggari ferðavinnu, har staðbundnar upplivingar og virðir verða sett í miðdepilin. Vestmanna kommuna vil fegin stuðla undir ferðavinnuna í bygdini, og vit halda, at heimasíðan er eitt týðandi stig í so máta. Serliga fyri at fáa sjóneykuna setta á ferðavinnuútbjóðarar í kommununi.
Næstu tíðina verður meira tilfar lagt á síðuna, og hon verður dagførd so hvørt sum fleiri upplivingar og tilboð verða tøk.
Heimasíðan kann síggjast her á visitvestmanna.com






