Vestmanna Kommuna lýsir við hesum matr. nr. 258a, Niðari Vegur 33, Vestmanna, til sølu til íbúðar-bygging.
Talan er um grundøki, 855 m2 til víddar sambært tingbókini, við ástandandi bygningi – ein eldri verkstaður, sum verður at taka niður í samband við íbúðarbyggingina.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar.
Tá rætta loysnin er funnin, verður gjørdur keypssáttmáli um ognina.
Fyri útboðið er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Hetta merkir m.a., at Vestmanna Kommuna ikki hevur skyldu at taka av nøkrum boði.
Fyrispurningar viðvíkjandi ognini og sølutreytunum kunnu sendast til Vestmanna Kommunu, att. Jákup Durhuus, tekniskur leiðari, Bakkavegur 8, 350 Vestmanna, telefon: 770105, og teldupost: jd@vestmanna.fo
Tilboð um keyp skulu vera skrivlig. Saman við boðnum skal sendast váttan frá peningastovni um, at tann ið bjóðar, hevur fígging tøka.
Freistin at lata inn boð er tann 27. september 2021, kl. 1200
Innkomin tilboð eru í trúnaði, til ognin er seld
.