Vestmanna skúli skrivar í morgun, at tað var stuttligt í morgunsangi, tá 4 fremmandafólk komu inn við konfettibumbum, júst sum 9. flokkur var liðugur at skipa fyri morgunsangi. 9. flokkur hevði nevniliga vunnið filmskappingina “Tryggari Internet”, sum SSP skipar fyri saman Við Nema og Føroya Tele.
Saman um netið skriva soleiðis: Vinnarin av Tryggari internet kappingini gjørdist 9.flokkur í Vestmanna skúla.
Flokkurin hevur framleitt ein film, sum lýsir lokking og kynsliga avnoyðslu. Filmurin vekir nógvar kenslur og tankar hjá hyggjaranum og hevur ein sera greiðan boðskap.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við avrikinum.
Vit eru sera errin av 9. flokki, sum við egnari drívmegi, og sera lítlari vegleiðing frá lærarunum, hevur framleitt filmin.
Hjartaliga tillukku við flotta avrikinum!