Í sambandi við, at kórstevnan 2025 er í Vestmanna um vikuskiftið, verður boðað frá, at roknast kann við øktari ferðslu.
Tað er Vestmanna sangkór, sum skipar fyri kórstevnuni í ár. 17 kór úr øllum landinum luttaka, umframt eitt íslendsk manskór úr Vestmannaeygum.
Konsertin við teimum ymsu kórunum og felagskórinum verður í ítróttahøllini leygardagin klokkan 16.00, og serliga um hetta mundi kann roknast við nógvum bilum við høllina og skúlan.
Konsertin er almenn og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar ella á atgongumerki.fo.
Vestmanna kommuna stuðlar kórstevnuni.
Nærri kunning um Kórstevnuna fæst her
Víst verður til almennu prakeringsplássini