Roknast kann við, at ovasti partur av bygdini fer at missa vatnið aftur í kvøld.
Goymslurnar við vatni eru minkaðar nógv seinastu dagarnar, nú kavi hevur ligið. Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar, og tí megnar framleiðslan ikki at fylgja við.
Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tað ávirkar serliga ovastu grannaløgini í bygdini.
Kommunan arbeiðir við trupulleikanum, men væntar ikki, at trupulleikin verður loystur til fulnar, fyrr enn kavin er burtur aftur. Til tá heitir kommunan á fólk um ikki brúka meira vatn enn hægst neyðugt.