Vestmanna Kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum
- Ein til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 2,5 tímar um dagin.
- Ein avloysara til ymiskar fyrifallandi reingerðaruppgávur.
Um størvini
- Starvið á Gjáarlon inniber alla dagliga reingerð av dagstovninum.
- Starvið sum avloysari inniber at arbeiða eftir nærri avtalu.
Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarin:
- Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
- Er álítandi og ágrýtin.
- Hevur góð samstarvsevni, er hjálpsom/samur og dugur, at arbeiða sjálvstøðugt.
- Er røkin og sær hvar tørvurin er.
- Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett 2.januar ella eftir nærri avtalu.
Talan er um tímalønt størv, sum verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fleiri upplýsingar um starvið
Eru spurningar viðvíkjandi størvunum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara, á tlf. 770102.
Umsóknin skal sendast til
Skrivlig umsókn saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til: runa@vestmanna.fo.
Freistin at søkja
Umsóknir skulu vera Vestmanna Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. desember 2022.