Fríggjakvøldið 22. apríl er Silkienni karmur um ungdómstiltak við tónleiki, Dansi og Disco.
Søren úr Hitmonnum, Marius DC og Jazzy Jazz eru tríggjar av okkara mest lívligu stjørnum, ið øll hava tað til felags, at trupult er at sita still meðan tey framføra.
Hetta er annað ár á rað, at Vestmanna verður karmur um ungdómstiltak sum upphiting til Válan í Vestmanna.
Seinasta ár vóru tað Hitmenn, ið fingu lívi í veitsluna. Tí er tað einans hóskandi, at orkubumban og sangarin í Hitmonnum, Søren, aftur er við í ár, hesaferð við kassagittaranum og skjáttini fullari av hittum.
Marius DC kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin í 2019 við EP’ini The MZA EP, ið varð nógv spæld í miðlunum, og gav honum heiðurin sum besta nýggja navn á FMA tað árið. Síðan tá er hann alsamt vorðin betri umtóktur úti og heima. Men longu árið fyri hevði rapparin framført á Staðnum í Vestmanna, á eini av sínum allar fyrstu framførslum. Marius DC hevur síðan vitjað aftur og leverar altíð eina minniliga framførslu – soleiðis verður eisini hetta kvøldið í nýumvælda hølinum.
Kvøldið endar við DJ. Jazzy Jazz er kend úr náttarlívinum í Havn, sum ein av allar bestu DJ’um. Hennara bland av RnB, Hip Hop og dansivinarligum poppi setur altíð gongd í veitsluna. Tí eru vit heilt serliga fegin um at bjóða henni heim í bygdina, har hon vaks upp, at framføra fyri teimum ungu í Vestmanna.
Silkienni letur upp kl. 21:00
Atgongumerki á einans kr. 50 kunnu keypast á atgongumerki.fo