Í samband við at jólatræið í Vestmanna bleiv tendrað fríggjadagin 29. november, helt Elin Maria Óladóttir Olsen, varaskúlastjóri, røðu:
Góðu tit øll,
Fyrst av øllum fari eg at takka fyri høvið at siga nøkur orð um hesa hugnaligu tíðina, vit nú koma inn í. Eg havi altíð følt meg so væl móttikna her í Vestmanna og eri glað fyri at vera biðin um at bera fram eina røðu til eitt slíkt tiltak, ið er so savnandi fyri bygdina. So verður spennandi, um eg dugi at halda meg til evnið jól, og ikki fari av sporðinum, og lendi beint í eini røðu um kvæði – men eg skal royna at halda mær.
At tendra jólaljósini er ein fragd, hesa ársins tíð har tað er myrkt og kalt, og eg má siga at tað er sjálsamt at ein glotti er so kærkomin sum í ár, nú vit eisini eru fevnd av einum myrkri, ið liggur í útheimi, har ófriður herjar. Nú jólatræið er tendrað, síggja vit ein glotta fyri framman, eitt ljós í myrku tíðini.
Vit kunnu fara heilt aftur til Norrønu gudalæru, tá vit tosa um at siðvenjurnar handan jólatræið. Torugudurin Tórur sigst at stýra náttúrukreftunum, sum ávirka grøði; vind og veður. Tað er helst orsøkin til at fólk savnaðust við trø ella lundir at tilbiðja hann. Soleiðis var eisini í Týsklandi, har Donars Eik, Donars merkir ”Tórs”, var eitt serliga kent heilagt savningarstað.
Men kristindómurin breiddist gjøgnum Europa, og miðskeiðis í 8. øld høgdi erkibiskuppurin, Sankta Bonifatius, eikina niður. Hann vildi vísa hvussu lítla megi heidnu norrønu gudarnir høvdu, og vísti heldur á granntræið. Nálirnar á granntrænum eru grønar alt árið, og tí eru tær eitt súmbol upp á ævigt lív. Greinarnar peika móti himli, og hann helt at vit skuldu rópa tað Kristi træ, og tilbiðja tað í egnum heimum.
Hann las úr evangeliinum fyri heidningunum, sum vóru savnaðir við Donars eik, og var so sannførandi, at teir lótu seg doypa.
Somuleiðis var granntræið í miðøld brúkt í leikum um Adam og Evu, har tað var prýtt við súreplum og altarbreyði. Seinni er jólatræið flutt av leikpallunum og inn í stovurnar hjá fólki, og súreplini eru skift út vil jólakúlur; og altarbreyðið við smákøkur.
Upprunaliga vóru trøini einans at síggja í heimunum hjá borgarastættini – teimum vælbjargaðu í samfelagnum. Men siðvenjan vant uppá seg, fleiri tóku hana til sín og í dag síggjast jólatrø í nærum hvørjum heimi.
Siðvenjan um jólatrø hevur ment seg og prýðið við. Eg ímyndi mær í øllum førum at jólatrøini í dag síggja øðrvísi út, enn í 1521, tá neyðugt var at seta vaktir í Kinzheimer, tí at so nógv granntrø vóru feld.
Men eins og í døgunum hjá Donars eik, hevur jólatræið í dag eina savnandi megi. Vit koma saman at dansa jólatræ, tað er við jólatræðið vit pakka upp jólagávur, og so er tað við jólatræið, vit – øll bygdin – hittast í dag. Men tað er eisini stuttligt at vera einsamøll við jólatræið – serliga tá eg veit at eingin fer at vera heima næstu løtuna, og eg kann sníkja meg heilt nær at gávunum og kanska enntá føla. Men eg lúri aldrin, tað lovi eg 😉
Hesar jólatræssiðvenjurnar líkjast ofta frá bygd til bygd og familju til familju, men vit hava øll okkara serstøku jólasiðvenjur og minnir eisini.
Nakrar av heilt serligu jólasiðvenjunum hjá mær eru at gera jóladekoratiónir og baka smákøkur saman við mammu fyrsta vikuskiftið í advent. Vit plaga at tendra jólatónleik, meðan vit hugna okkum. Har er ein samanrenning millum angan av smákøkum og granni, og vil tað heilt væl sleppur roykurin av gløggi eisini upp í part.
Eisini at prýða jólatræið hjá ommu saman við systkinabørnunum. Hon eigur so nógvar kúlur, einglahár, guirlandur, perur, pakkar, kertuljós, stjørnur, hjørtur og alt møguligt annað, at grannið ikki sæst fyri pynti. Tað er eitt sindur ov nógv. Men júst sum tað eigur at vera.
At fara við mammu, babba og Andras, beiggja, til Havnar 23. Desembur at keypa tær seinastu jólagávurnar – onkuntíð mangla vit onga – men býurin er so hugnaligur hesa ársins tíð við jólaljósi og jólaprýði og eini rúgvu av fólki. Eg minnist ilt aftur á hvussu tað var at bíða meðan babba snakkaði. Hann kendi altíð øll. Men í dag eri eg helst líka ring sjálv, ja kanska verri. Men tað er jú tað jólini snúgva seg um – góða og hugnaliga samveru við onnur menniskju.
Men jólini eru ymisk fyri okkum øll. Hóast vit øll hava nakrar felags siðvenjur, hevur hvør familja, ja hvør einstaklingur, sínar heilt serligu vanar og løtur, ið gera jólini til nakað heilt serligt. “Børn eru børn og tað verða vit við, tá vit um jólatræið lið um lið…” Serliga hjá børnunum hava jólini ein heilt serligan týdning, og tað eru ofta teirra upplivingar, ið lýsa best, hvat jólini veruliga snúgva seg um.
Tí eg spurt nøkur av børnunum í skúlanum, um tey kunnu koma upp at siga tykkum, hvat teimum dámar allarbest við jólunum. Kunnu tit koma upp her? Birna og Rúna í 1.a, Alda, Lív og Niels í 1.b og Sandra og Sjúrður í 6. Flokki.
—-
Takk fyri at tit vildu hjálpa.
Men tað er eisini ein forholdsvís nýggj jólasiðvenja hjá mær, sum eg og næmingarnir eiga í felag, og tað eru jól í skúlanum her í bygdini. Bæði lærarar og næmingar taka eitt megnar tak fyri at gera hesa tíðina eyka hugnaliga.
- Jóladámurin legst rættiliga yvir skúlan á prýðisdegnum, har stór og smá hugna sær og prýða skúlastovurnar.
- Allan desembur er okkurt á skrá. Bókavørurin hevur syrgt fyri jólasøgum og jólauppgávum til flokkarnar, onkur venur leik, onkur gongur lucia og vit hava jólasangløtur til morgunsang.
- 9. Flokkur skipar fyri rættiligari jólaveitslu, borðhaldi við borðstjóra, sanghefti og undirhaldi. Tað er so stuttligt at síggja næmingarnar, stásaðir upp, og eitt sindur hátíðarligir – tað gevur mær hug til at sitera Kim Larsen “Og de smukke unge mennesker”
- So eru tað jólaverkstøðini, har næmingarnir læra um mentan, jólasiðvenjur og samanhald.
- Tað er eisini ein hátíðarlig løta, tá vit eru í kirkju síðsta skúladag í árinum. 4. flokkur spælir jólaleik fyri okkum, áðrenn vit ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól, og fara heim í jólafrí.
Hóast nógv er á skrá, elski eg hesar løturnar. Í dag verður nógv tosað um hvussu stressandi jólini eru. Vit skulu renna til eitt jólahald fyri, og annað eftir. Tó er ein orsøk til hesi jólahaldini verða hildin, og tað er ein orsøk til at vit møta upp: nevniliga tí tað er hugnaligt. Jólini eru eitt gott høvi at síggja vinir og kenningar, hitta bygdarfólkið og vera saman við familju. Vit fáa góð prát, syngja sangir saman, og síggja undirhald, sum børn og vaksin hava lagt nógv arbeiði í, og endiliga sleppa at sýna fram.
Andin at geva er í hásæti. Vit geva gávur, men eisini tíð og orku. Tað eru nógv fólk, ið hava lagt nógva orku í hetta jólatræðshaldið, fyri at vit kunnu hava eina hugnaliga løtu saman. Onkur hevur sett træið upp og hongt perur á tað. Skúlahornorkestrið og Vestmanna Hornorkestur hava givið okkum góðan tónleik, Laila hevur givið okkum okkum og børnunum høvi at hjálpa at tendra træið, Vestmanna sangkór gevur okkum vakrar sangir eftir røðuna, og Barnakórið gevur okkum høvið at syngja og dansa um jólatræið saman. Fólk í kommununi, sum hava syrgt fyri at øll hesi tingini spæla saman í eini góðari og hugnaligari skrá, og helst eru fleiri, ið hava gjørt sítt til hetta hugnaliga tiltak. Og nú skulu tit sleppa at uppliva tað, ið eftir er á skránni – eg vænti at tit gleða tykkum. Eg fari at takka fyri meg, og ynskja tykkum ein góðan desembur mánaða og eini gleðilig jól.