Hesi størv eru leys at søkja til Heimatænastuna í VEKS:
Søkt verður eftir heilsuhjálparum og- ella ófaklærdum hjálparfólkum
Starvsbrøkur eftir avtalu; byrjanardagur eftir nærri avtalu.
Førleikar / krøv:
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
- viðkomandi útbúgving og/ella hava áhuga fyri at virka- og menna eldraøkið.
- jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
- telduførleika á brúkarastøði.
- koyrikort til persónbil.
Vit bjóða:
- fjølbroytt størv.
- jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum og størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til:
ella
Heimastænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. desembur 2022, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara, telefon 793251.
- Helfrid Poulsen, eindarleiðara, telefon 793259
Fá meira kunning um VEKS á heimasíðuni veks.fo