Í dag vóru 77 sendifólk, umboðandi 48 lond, á vitjan hjá Vestmanna kommunu.
Bjørg á Rógvi, borgarstjóri bjóðaði teimum vælkomnum og nýtti høvi at vísa teimum vinnuvirksemi í bygdini.
Aftaná at Vestmanna kommuna hevði bjóðað miðmála, fingu sendifólkini rundvísing á Faer Isles Distillery, og fór ferðaliðið síðani við Froyi og Silju Star undir Vestmannabjørgini.
Tað er Uttanríkis- og Vinnumálaráðið sum skipar fyri vitjanini í Føroyum.