Vestmannadagarnir verða settir í viðarlundini í dag við sangi, røðum og tónleiki.
Í summar hevur Finnbogi Joensen stákast í viðarlundini, har hann millum annað hevur smíðja ein pall til dagin.
Setanin byrjar klokkan 17:00
- Børnini úr dagstovnaøkinum syngja.
- Borgarstjórin heldur røðu.
- Kirstin Johannesen syngur eitt lag.
- Steintór Rasmussen hugleiðir og syngur.
- Kommunan bjóðar ein drekkamunn við onkrum afturvið í Viðarlundahúsinum.
Øll skráin til Vestmannadagar 2022 sæst her.