Dagføring 21. juni kl. 10:45: Fyri løtu síðan kunngjørdi kommunan at IRF hevði trupult at koma uppundan síðan verkfallið og heitti á Vestmanna kommunu, um at steingja Skilagátt. Tó hevur IRF fyri løtu síðan verði og tømt bingjurnar í Skilagátt og kunnu vit tískil hava opið sum vant.
Skilagátt hevur opið hesar tíðir:
mánadag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00.
leygardag frá kl. 14.00 til 17.00.
Áður galdandi tíðindir, sum ikki ávirka Vestmanna kommunu longur:
IRF boðar frá, at frá 21. juni og eina viku fram, heintar IRF ikki burturkast frá endurvinningarplássum kring landið. Fyri Vestmanna kommunu merkir hettar, at Skilagátt er stongt frá í dag, fríggjadag 21. juni til og við leygardagin 29. juni ella til IRF hevur heinta burturkast aftur.
Sera nógv burturkast hópaði seg upp tær fýra vikurnar verkfallið vardi. Síðan verkfallið endaði, hevur IRF sett eyka orku inn og hevur raðfest at heinta burturkastið frá húsarhaldum og stovnum, og nú koyrir alt sum vanligt aftur á hesum økjum.
Nógv burturkast er komið inn á endurvinningarplássini kring landið, og hesi eru eisini tømd eina til tvær ferðir seinastu vikuna. Tilvitað hava vit ikki tikið móti burturkasti frá vinnukundum, sum nú hava bíðað í 5 til 6 vikur, og tí er neyðugt at raðfesta hetta nú.
IRF sigur, at í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men tað ber snøgt sagt ikki til at brenna burturkast frá fýra vikum upp á eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og javnast út yvir tær komandi vikurnar.