Skráin fyri Vestmannadagar, 6. til 12. september, er nú tøk á heimasíðu okkara.
Hetta er áttandu ferð, at skipað verður fyri hesi mentanarviku. Undir fyrireikingunum hava vit møtt vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á. Takk fyri tað! Uttan tykkara hjálp og beinasemi, hevði tiltakið ikki verið til veruleika.
Skipað verður fyri fyrilestri, áhugaverdum gongutúri við frásøgufólki, lista- og søguligum framsýningum, verkstøðum, grill og kappingum. Eisini verður tónleikur á skránni fleiri av kvøldunum.
Leygardagurin byrjar sum vant við hugnaliga morgunmatinum í høllini, og seinnapartin verður skipað fyri tiltøkum. Leygarkvøldið endar við einum braki av einari rokkkonsert við kenda íslendska bólkinum Dúndurfrettir og føroysku Hamradun, Deiggj, MC-Hár og lokala orkestrinum, Brim. Atgongumerki til Rokkur í Vestmanna eru at fáa her.
Sunnudagin verður standmyndin av Ólavi á Heygum avdúkað, og í hesum sambandi skipar SEV fyri áhugaverdum tiltøkum.
Skráin verður borin út til øll húsarhald í Vestmanna, men tit kunnu longu nú síggja skránna við at trýsta á myndina niðanfyri.