Skráin fyri Vestmannadagar, 5. til 11. september, er nú tøk á heimasíðu okkara.
Vælkomin til Vestmannadagar 2022. Hetta er níggjundu ferð, at skipað verður fyri hesi mentanarvikuni. Undirtøkan hevur verið sera góð undanfarnu ár, og vónandi verður hon eins góð hesaferð.
Vestmannadagar vóru fyrstu ferð í 2013. Hvørt ár eru dagarnir mentir nógv við fleiri og fjølbroyttari tiltøkum, og soleiðis er eisini hesaferð.
Í ár verða nøkur nýggj og spennandi tiltøk á skránni, men sumt er tó afturvendandi, eitt nú hugnaligi morgunmaturin í ítróttahøllini fyri øllum vestmenningum.
Roynt verður at fevna breitt, so okkurt er til allar aldursbólkar og áhugamál.
Undir fyrireikingunum hava vit møtt vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á um eina hjálpandi hond. Takk fyri tað! Uttan tykkara hjálp og beinasemi hevði tiltakið ikki verið til veruleika.
Skráin verður borin út til øll húsarhald í Vestmanna og á Válinum, men tit kunnu longu nú síggja skránna við at trýsta á myndina niðanfyri.