Nú ber til at skráseta tín oljutanga á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu.
11. september 2018 kom nýggj kunngerð í gildi fyri oljutangar. Lógarbroytingin inniber, at tú skalt skráseta oljutangan og syrgja fyri at taka hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal, soleiðis at tú sleppur undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding.
Útgongutíð er hendan:
1) Innan 1. januar 2024, um húsini eru bygd fram til og við 1960.
2) Innan 1. januar 2025, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1961-1980.
3) Innan 1. januar 2026, um húsini eru bygd í tíðarskeiðinum 1981-2000.
4) Innan 1. januar 2028, um húsini eru bygd eftir ár 2000.
Hevur tú ein gamlan oljutanga, sum er millum 20 og 50 ár, skalt tú sum borgari vera greiður yvir, at tangin er í vanda fyri at dálka bæði mold og vatn. Hendir hetta, kann tað gerast kostnaðarmikið, tí tryggingin tekur bara við, tá ið øll lógarkravd viðurskifti eru í lagi. Sum grundeigari hevur tú sostatt fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur, og at hann ikki er í vanda fyri at dálka umhvørvið.
Ivast tú í framleiðsluárinum á tanganum, verður gingið eftir árstalinum, tá húsini vórðu bygd. Tú kanst lesa meira um reglurnar í kunngerðini um fyribyrging av dálking frá oljutangum, sum tú finnur leinki til niðanfyri.
Kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum (logir.fo)
Skrásetingarskipanin gevur tær møguleika fyri at skráseta fleiri oljutangaviðurskifti. Tú skalt til dømis bæði brúka skipanina, tá ið tú skrásetir verandi oljutanga, og tá tú boðar frá, at oljutangin er tikin úr nýtslu.
Gev gætur, at tað ber ikki til at gera broytingar í skipanini, tá tú hevur skrásett tangan. Vilt tú broyta ella strika skrásetingina, kanst tú senda okkum ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo ella ringja á telefon 770 100.