Vestmanna kommuna søkir eftir leiðandi húsavørði til kommunalar bygningar at byrja 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu.
Vestmanna kommuna er í stórari menning. Hetta merkir, at tað er alsamt størri tørvur á, at ognirnar verða viðlíkahildnar. Kommunan vil tí menna sína egnu rakstrar- og viðlíkahaldsdeild. Leiðandi húsavørðurin kemur saman við teknisku deild at hava ein aktivan leiklut í tilgongdini.
Sum leiðandi húsavørður hevur tú ábyrgdina av viðlíkahaldinum bæði inni og úti, nýtslu av høllini, samskipan av vasking í ávísum bygningum, at tekniskar skipanir virka og at menna húsavarðartoymið.
Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt á aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið sum leiðandi húsavørður.
Førleikar
Vit ynskja, at tú hevur góð handalig evni og møguliga eina handverkaraútbúgving at stuðla undir hesum.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara, á telefon 770 102 ella á teldupost: runa@vestmanna.fo
Vit vænta, at tú
- hevur góð samstarvsevnir
- dugir væl at raðfesta uppgávur og at leggja arbeiðið til rættis
- arbeiðir við nærlagni og ábyrgdarkenslu
- dugir at taka avgerðir og grundgeva fyri teimum
- kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
- hevur koyrikort
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið ella Føroya handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
Umsóknarfreistin er mánadagin 18. mars 2024
Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Umsóknir
Umsókn saman við CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til:
starv@vestmanna.fo