Á bygdarráðsfundi 30. oktobur 2024 samtykti bygdarráðið eina umraðfesting á 250 t.kr. til sølutorg Inni á Fjørð.
Ein innilokaður skúrur verður stoyptur afturat grøna skúrinum, og verður tað SP/F Jóni Durhuus sum kemur at gera stoypiarbeiðið.
Eisini er peningur settur av á fíggjarætlanini fyri 2025 til umvæling av gomlu betongbrúgvunum, sum skulu leggjast framvið skúrunum, har bátaeigarar framyvir fáa møguleika at bunkra.
Í løtuni verður bíðað eftir nýggjum oljutanga, sum Effo hevur bílagt, og verður arbeiðið sett í verk, so skjótt sum gamli oljutangin kann takast burtur.
Nærri kunning um nýtslu av sølutorginum kemur tá verkætlanin er liðug.