Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir 2 sosialráðgevum til Barnaverndartænastuna at byrja 2. januar 2023, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstørv.
Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.
Talan er um eitt avbjóðandi starv, á einum spennandi arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum.
Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir – at ráðgeva børnum og familjum teirra – at seta neyðugar fyriskipanir í verk – skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist barnaverndarnevndina og høvuðsbarnaverndarnevndina.
Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Barnaverndartænastan heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.
Vit ynskja, at tú hevur
- útbúgving sum sosialráðgevi
- góð samstarvsevni
- royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav.
- góðan førleika at orða teg bæði munnliga og skrivliga á føroyskum
- KT-førleika á brúkarastøði
- evni at arbeiða tvørfakliga.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni, á tlf. nr. 667271.
Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. november 2022, og skal sendast til:
beinta@sunda.fo viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”.
Ella til:
Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.