Nú kann Spælhúsið brúkast av áhugafeløgum í bygdini og annars bíleggjast til mentanarlig tiltøk v.m..
Á seinasta bygdarráðsfundi var ein reglugerð fyri Spælhúsið samtykt. Reglugerðin sæst við at trýsta her.
Spælhúsið er ætlað til ymisk mentanarlig tiltøk í Vestmanna. Harafturat kunnu áhugafelagsskapir í Vestmanna leggja húsið av til sínar fundir og tiltøk.
Spælhúsið kann ikki brúkast til sølutiltøk ella vinnulig endamál annars, men undantikið eru sølur, sum hava beinleiðis samband við eitt tiltak. Til dømis eina konsert ella eina myndaframsýning.
Tað er kommunan, sum umsitur Spælhúsið. Allir fyrispurningar um húsið skulu setast Vestmanna kommunu.

![Image[10]](https://vestmanna.fo/wp-content/uploads/2025/09/Image10-2420x1210.jpeg)





