Det Ferösche Compagnie fer á leikferð kring landið við nógv rósta leikinum Prima Facie, og 5. mars kl. 20 verður høvi at uppliva leikin í Auluni í Vestmanna Skúla.
Í leikinum fylgja vit sakføraranum Tessu Ensler, sum hevur bart seg upp á ovastu rók sum ein sera dugnaligur verji. Hon kennir lógarspælið og vinnur næstan hvørt mál. Tessa dugir at navigera í eini verð, har tempoið er høgt, nógv er upp á spæl og bara tey dugnaligastu yvirliva. Men tá hon sjálv er fyri eini ógvusligari hending og situr hinumegin borðið, merkir hon á egnum kroppi, hvussu rættarskipanin ikki tænir øllum líka.
Leikurin viðger evni sum neyðtøku, samtykki, próvbyrðu og setir spurnartekin við, um okkara rættarskipan verjir øll líka. Umframt at geva áskoðarunum eina sterka listaliga uppliving, vónar leikbólkurin at birta undir samtalu og umhugsan um okkara felags ábyrgd av hesum.
Eftir leikin verður bjóðað til eitt prát. Í prátinum luttaka Birita Sandberg Samuelsen, advokatur, Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, limur í Demokratia, og sjónleikararnir Kristina Sørensen Ougaard, Dánjal á Neystabø og Anny Leo Thorsen. Beinir Bergsson, ið hevur umsett leikin, leiðir samrøðuna.
Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller. Leikurin er ein sterkur sorgarleikur úr einum rættarhøli og er spældur á leikhúsum kring knøttin, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. fyri besta handrit.
Aldursbólkur úr 14 ár.
Atgongumerkir kosta 200 krónur og kunnu keypast við at trýsta á hetta leinkið.






