Nú verður farið undir at dagføra kloakkviðurskiftini í einum parti av Útibø.
Arbeiðið er ein liður í heildarætlanini fyri spillvatn hjá Vestmanna kommunu og skal tryggja eina betri og meira tíðarhóskandi spillvatnsskipan í økinum.
Býlingurin í Útibø er gamal og harvið eisini leiðingarnar. Rørini eru betong, har summi eru illa farin og onnur brotin. Eisini hava rottangarnir hjá húsunum í grannalagnum nógv ár á baki. Tí hevur tekniska deild, í samstarvi við grannarnar, valt at knýta øll húsini í innara parti av økinum í eitt felags reinsiverk.
Arbeiðið er byrjað á Bakkavegi, har felags tangi verður grivin niður. Síðan verður arbeitt niðan eftir Kirkjugøtu, eftir Bøgøtu og víðari eftir Heygagøtu (Posthúsbrekkuni).
Talan er um eitt umfatandi arbeiði, sum væntandi fer at taka umleið tveir mánaðir.
Arbeiðið fer at ávirka ferðsluna í økinum nakað, men kunnað verður um hetta so hvørt. Í fyrstu syftu er eingin gjøgnumkoyring eftir Bakkavegi í dagtímunum.







