Vit standa nú á gáttini til jólafrítíðina, og í kvøld er síðsta kvøld Staðið er opið í ár. Opið verður sum vanligt frá kl. 19:00 til 01:00.
Her í desembur hava tey fittu børnini luttikið í eini hugnaligari verkstovu, har tey hava gjørt serstakliga flottar, litfagrar jóladekoratiónir. Hesar vøkru gávur verða nú handaðar búfólkunum á Grønanesheiminum, sum vónandi fara at fegnast um stásiligu verk teirra. Vit vóna, at tað fer at lýsa upp jólini hjá teimum og skapa gleði og hugna.
Staðið er stongt í jólafrítíðini og letur aftur upp mánadagin 6. januar 2025.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir ársskiftið við fleiri hugnaligum løtum. Góð jól!