Søkt verður eftir bókhaldara/skrivstovufólki til fyrisitingina hjá Heimatænastuni í VEKS.
Starvsbrøkurin er 1,0 og byrjanardagur er eftir avtalu.
Arbeiði umfatar:
- bókhald
- kontering
- debitor- og kreditor stýring
- fíggjarligar rapporteringar
- framleiðlsa av hagtølum
- Harumframt er eisini talan um vanligt skrivstovuarbeiði , so sum samskifti, journalisering, røkt av heimasíðu v.m.
Vit sóknast eftir fólki sum hevur hug og hegni til at:
- viðvirka til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir í samstarvinum.
- samstarva við leiðslu, starvsfólk, brúkarar og avvarðandi.
- tryggja og menna gott samskifti og høgt kunningarstøðið til bæði borgarar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvspartar.
Starvsstaður
Starvsstaður er í fyrisitingini, sum umfatar alt VEKS-økið – við høvuðsskrivstovu á kommunuskrivstovuni í Vestmanna.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir persóni sum m.a. hevur royndir og viðkomandi útbúgvingar innan fíggjarviðurskiftir og skrivstovuarbeiði.
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum m.a.:
- hevur ein jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðslu, starvsfólkahóp, umframt einstaka borgaran og tess avvarðandi.
- hevur lætt við at samskifta, bæði í skrift og talu.
- heldur seg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
- hevur telduførleikar á støði sum hoyra slíkum starvi til.
Vit bjóða eitt starv:
- við nógvum avbjóðingum, við rúmd fyri nýhugsan.
- við tvørfakligum samstarvi á einum arbeiðsplássi, sum hevur áhuga í støðugari menning.
- har hvør einstakur starvsfelagi er partur av at skapa eitt jaligt, vinarligt og dygdargott umhvørvi, borgarum og starvsfólki at frama.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Kommunufelag og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:
veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27.01.2023 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
Niels A. Joensen, leiðara, á tlf. 260552.
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.
Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo