Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í kommununi. Hesaferð varpa vit ljós á Eyðbjørg Hansen og dagstovnaøkið.
Eyðbjørg Hansen hevur verið ein hornasteinur á dagstovnaøkinum hjá Vestmanna kommunu í nærum 40 ár. Hon byrjaði sum dagrøktarmamma í 1987 og hevur starvast á økinum líka síðan.
Tá barnagarðurin Gjáarlon stóð liðugur í 2005, fór Eyðbjørg saman við fleiri øðrum dagrøktarmammum at arbeiða í nýggja barnagarðinum. Tá fór hon eisini undir námsfrøðislestur og var útbúgvin námsfrøðingur í 2008. Eyðbjørg hevur arbeitt í Gjáarlon, síðan stovnurin lat upp og er hon knýtt at barnagarðsstovuni Áin.
Tá fólk skulu lýsa Eyðbjørg, eru tey samd um, at hon er rólig, tolin av lyndi og rúmar øllum. Hennara royndir í ansingini eru so drúgvar, at fleiri av børnunum, sum hon fyrr ansaði, eru nú sjálvi foreldur at børnum, sum ganga á stovninum.
Samstundis, sum Eyðbjørg hevur tikið sær av børnunum í bygdini í øll hesi árini, hevur hon eisini í nógv ár verið varaleiðari á dagstovnaøkinum. Við sínum góða kunnleika um mannagongdir, reglur og sáttmálar er hon ein týðandi stuðul hjá leiðaranum og ein góður sparringspartnari. Starvið er skipað soleiðis, at hon ein dag um vikuna arbeiðir við umsitingarligum uppgávum, meðan hon hinar dagarnar er saman við børnunum.
Eyðbjørg hevur víst stóran fakligan førleika og trúfesti í starvi sínum. Hon hevur verið ein góð fyrimynd fyri starvsfelagar sínar og altíð verið fús at stuðla, vegleiða og deila sínar royndir. Fram um alt hevur hon eina serliga gávu at møta børnum við virðing og umsorgan og at skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi, har tey kenna seg sædd og virðismett.
Dagstovnaøkið í Vestmanna er skipað í trimum stovnum. Teir eru Gjáarlon, har tey yngstu børnini ganga, Látipípan, har tey elstu børnini áðrenn skúlaaldur ganga og Kongskjallarin, sum er frítíðartilboðið í kommununi. Samanlagt eru 155 børn knýtt at dagstovnaøkinum í Vestmanna.






