Kom við á eina spennandi ferð.
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Frítíðarstovuna at arbeiða 20 – 25 tímar um vikuna at byrja 15. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum:
Í frítíðarstovuni ganga 51 børn úr 1., 2. og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdarpersónar. Í løtuni arbeiða 5 eldhugaðir starvsfelagir í frítíðarsstovuni, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Í marts 2022 fóru vit i hólt við at blíva ein góðkend ítróttarfrítíðarstova sambært DIF (Danmarks Idrætsforbund) og VIA University College í Århus, ein góðkenning, har faklig menning innan ítróttarnámsfrøði er í miðdeplinum og høvuðstættirnir eru ítróttur, spæl og rørsla. Vit eru liðug á vári 2023, tá vera vit einasti ítróttarfrítíðarstova í Føroyum.
Vit arbeiða út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavning. Vit leggja dent á gott foreldra samstarv, og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar.
Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til fimleikarhøll, íttrótarhøll og svimjihøll, og vit eru nógv útí í náttúruni.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag frá kl. 11.00-17.00.
Vit bjóða:
- Fyrireikingar tíð
- Góð starvsfólka normering
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, bæði kvinnur og menn.
- Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
- Skeiðvirksemi í sambandi við góðkenningina sum ítróttarstovnur.
- Tætt samstarv millum starvsfólk.
- Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.
Førleikar:
- Tú er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi og rørslu.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
- Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
- BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til morten@vestmanna.fo
Umsóknarfreistin er mikudagin 20. juli 2022 kl. 12.00.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella teldupost morten@vestmanna.fo