Kom við á eina spennandi ferð.
Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.
Søkt verður eftir tveimum starvsfólkum til Kongskjallarin at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja 7. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.
- Um skikkaður námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.
Um okkum:
Í frítíðarstovuni ganga 70 børn úr Krabbagággunum,1., 2. og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdarpersónar. Í løtuni arbeiða 6 eldhugaðir starvsfelagir í Kongskjallaranum, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Vit eru einasta ítróttarfrítíðarstova í Føroyum. Vit arbeiða út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugsavning. Vit leggja dent á gott foreldra samstarv, og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag frá kl. 11.00-17.00.
Vit bjóða:
- Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp, bæði kvinnur og menn.
- Ein virknan gerandisdag við fokus á námsfrøðiligan ítrótt.
- Tætt samstarv millum starvsfólk.
- Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.
Førleikar:
- Tú er virkisfúsur og fakliga væl fyri.
- Tú brennur fyri útilívi og rørslu.
- Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.
- Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
- Tú ert sjálvstøðug(ur), álítandi og hevur gott yvirlit.
- Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
- BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn:
Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til starv@vestmanna.fo
Umsóknarfreistin er týsdagin 31. mars 2026 kl. 12.00, samrøður vera leypandi.
Meira fæst at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770130 ella teldupost Morten@vestmanna.fo








