Er tú samskiftissinnað/ur og hevur tú áhuga fyri talgildum tænastum, so er eitt skrivstovu starv, hálva tíð, leyst at søkja í Vestmanna Kommunu.
Nú talgilding veruliga tekur dik á seg, og vit nærkast verksetan av vanganum í kommununi, ynskja vit ein nýggjan starvsfelaga at manna móttøku okkara.
Arbeiðið fevnir m.a. um móttøkuna og dagliga raksturin av heimasíðum okkara, framleiða- og rættlesa skrivligt tilfar, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
- At taka lut í at menna og verkseta tænastur á vanganum.
- At framleiða og góðskutrygga tíðinda- og kunningartilfar
- At hava dagligu umsitingina av heimasíðu og sosialum miðlum
- At manna móttøkuna.
Førleikakrøv
- Tað er neyðugt, at tú hevur góðan penn og málsligar førleikar sum heild.
- At tú er væl skipa/ur.
- Royndir við ymsum forritum og/ella heimasíðum er ein treyt.
Persónligu eginleikar tínir eru opinleiki, framsøkni, góð samskiftisevnir, góð samstarvsevnir, umframt sjálvstøðugt arbeiðslag.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið fevnir um 20 tímar um vikuna við tilvísing til kommunuskrivaran og verður sett skjótast tilber, ella eftir nærri avtalu. Starvið er lønt eftir sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið, í lønarflokki 3.
Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Rúnu Ingunardóttir, kommunuskrivara á tlf. 770 102 ella runa@vestmanna.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til vestmanna@vestmanna.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 04. juli 2022