Søkt verður eftir einum arbeiðsfólkið til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
- at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum, umvælingum og nýgerðum í bygdini
- kavagrevstur og salting
- annað fyrifallandi
Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið
- hevur gott handalag
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
- hevur royndir at koyra smærri maskinur
- hugin og áræðið til at læra
Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum skilur týdningin av góðum handverki, og sum er førur fyri at arbeiðja sjálvstøðugt. Vit vóna at fáa eitt dugnaligt arbeiðsfólk, sum við ídni fer til verka.
Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfeløgum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga, tá ið á stendur. Hevur tú hug og áræði at læra, so eru nógvir møguleikar
Tú kemur at arbeiða í toymum og skal tí hava góð samstarvsevni. Tilvísing er til arbeiðsformannin.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv og lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag ella avvarandi fakfelag.
Meira fæst at vita við at ringja til Torbjørn Egholm, arbeiðsformann, tlf. 770 126.
Umsókn
Umsóknir við lívsrensli skulu sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi 2. september 2022 kl. 12:00.