Søkt verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.
Arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
-
- viðlíkahald, umvælingar v.m.
- at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini
- kavagrevstur og salting
- annað fyrifallandi
Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið
-
- hevur stóra koyrikortið
- hevur kranaprógv
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Arbeiðsfólk til Vestmanna Kommunu
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
-
- viðlíkahald, umvælingar v.m.
- at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og nýgerðum í bygdini
- kavagrevstur og salting
- annað fyrifallandi
Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið
-
- hevur koyrikort
- hevur gott handalag
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Arbeiðsfólkini koma at arbeiða í toymum og skulu tí hava góð samstarvsevni.
Tilvísing er til arbeiðsformannin.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstørv og lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag ella avvarandi fakfelag.
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til Torbjørn Egholm, arbeiðsformann, tlf. 770 126.
Umsókn
Umsóknir við lívsrensli skulu sendast til vestmanna@vestmanna.fo í hendi í seinasta lagi 4. januar 2021 kl. 12:00.