Vestmanna sangkór fer at gera eina sangupptøku í kirkjuni í kvøld. Í hesum sambandi verður Bakkavegur stongdur fyri gjøgnumkoyring framvið kirkjuni millum klokkan 20.00 og 21.30.
Sangkórið fer at syngja inn vakra sangin hjá Martini Joensen, Eingin er sum tú.
Fyri at tryggja bestu møguligu ljóðgóðsku er sera týdningarmikið, at eingin billarmur er undir upptøkuni. Sjálvt lítið órógv kann hoyrast týðiliga og ávirka úrslitið, so tí verður avmarking sett á vegastrekkið í hálvanannan tíma í kvøld, so sangurin fær reina og friðsæla ljóðið, hann hevur uppiborið.






