Heimatænastan í VEKS søkir eftir stjóra. VEKS er kommunalt samstarv millum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu.
Til tess at framtíðartryggja eina neyva og dygdargóða eldratænastu, skal stjórin, saman við stýri og leiðslubólki, seta kós, og skipa eldraøkið komandi árini.
Stjórin hevur yvirskipaðu, bygnaðarligu, fakligu og fíggjarligu ábyrgdina av VEKS.
Vit ímynda okkum at stjórin:
- hevur hollar leiðsluroyndir, og dyggan, fakligan førleika.
- hevur royndir við tænastu- og bygnaðarmenning.
- samskiftir neyvt í orð og talu.
- megnar at virka á markamótinum millum politisku skipanina, starvsfólk, borgaran, avvarðandi og almennar myndugleikar.
- megnar at savna eitt landafrøðiligt vítt eldrasamstarv í eina vælvirkandi eind.
Persónsprofilur
- Tú trívist í samansettum heildum og hevur yvirlit.
- Tú ert opin, kvæmur og uppbyggjandi.
- Tú tekur avgerðir rættstundis, eisini tá skerast skal ígjøgnum.
- Tú megnar javnvágina millum at fylgja stýrinum fyri VEKS, samstundis sum starvsfólkið fylgir tær.
- Tú megnar at fáa tað besta fram í fólki, soleiðis at førleikar verða gagnnýttir rætt til frama fyri borgaran og at menna VEKS.
- Tú hevur eina viðkomandi hægri útbúgving á kandidatstigi.
- Tú torir og megnar at ganga nýggjar leiðir, har eingin hevur slóðað fyri.
- Tú hevur árræði at fara undir eitt spennandi og kravmikið starv.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett frá 1. september ella skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, og verður sett sambært sáttmála millum KAF og eitt nú BLF, AKF ella Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Kruse, stýrisformann á telefon 228 844 ella um teldupost jogvan@sunda.fo
Umsóknir, við viðkomandi skjølum, skulu vera Heimatænastuni í VEKS í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juli 2023 kl. 12:00, og skulu sendast til:
Veks@Veks.fo
Ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Viðmerki “Umsókn til stjóra” á umsóknina.