Eldrasamstarvið VEKS søkir eftir starvsfólki.
Hevur tú hug at gera mun í gerandisdegnum og vera við til at skapa tryggleika, umsorgan og lívsgleði hjá eldri? So hava vit rætta starvið til tín í einum jaligum og stuðlandi arbeiðsumhvørvi, har umstøðurnar og fakleikin eru í hásæti.
Talan er um størvini kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari og køksfólk.
VEKS umsitur og rekur trý heim innan eldraøkið í Norðurstreymoy og Norðureysturoy. Tey eru Heimið á Grønanesi í Vestmanna, Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi og Korndalsbýlið á Eiði.
Tað er ymiskt, hvar størvini eru staðsett. Tú kanst lesa meira her.







