Allir parkeringbásar í Vestmanna verða merktir upp av nýggjum.
Í síðstu viku fór arbeiðið í gongd, men enn er ikki komið mál, tí Strikivaktin, ið stendur fyri arbeiðinum, ikki slapp framat øllum básum fyri parkeraðum bilum. Millum annað mangla enn básar at verða strikaðir Inni á Fjørð og á Heygum.
Kommunan heitir vinaliga á allar bileigarar, har bilurin stendur parkeraður í einum óuppmerktum bási, um at flyta bilin, so síðstu p-básalinjurnar kunnu gerast.







