Vestmanna kommuna setir á hvørjum ári eina upphædd av á fíggjarætlanini til stuðul av ymsum slag.
Størsti parturin av stuðlinum verur latin til trivnaðarátøk av ymsum slag, sum stuðla undir felagslívið í Vestmanna. Tiltøk og átøk, sum gera tað enn stuttligari og betri at búgva í Vestmanna.
Í eina tíð hevur verið borið til at søkja um stuðul frá kommununi á Vanganum. Summi hava brúkt tann møguleikan, men tað eru eisini fleiri, sum senda teldupostar beinleiðis til kommununa.
Frameftir er ætlanin, at allar stuðulsumsóknir skulu sendast inn á Vanganum. Við tí verða allar umsóknir eins, skulu innihalda somu upplýsingar, og kunnu tá viðgerast eins eisini. Bygdarráðið hevur av tí sama broytt stuðulspolitikkin hjá kommununi. Nú er ein áseting koyrd inn, sum ásetir mannagongdina við stuðulsumsóknum á Vanganum eisini við. Stuðulspolitikkurin hjá Vestmanna kommunu sæst her.
Leinkjan at søkja um stuðul frá kommununi, er hetta eyðkennismerki, sum sæst á forsíðuni á heimasíðuni hjá kommununi:

Við at trýst á merkið Mentanarstuðul, verður tú leidd/ur inn á eina síðu, sum vegleiðir teg víðari í umsóknini inni á Vanganum.
Tann, ið av onkrari orsøk ikki kann ella fær søkt inni á Vanganum, er sjálvandi vælkomin at venda sær til kommununa og biða um hjálp.







