Nú summarið nærkast, hevur Vestmanna kommuna tørv á røskum og ágrýtnum ungum fólkum at viðlíkahalda grønu økini og snøgga um í bygdini.
Vestmanna kommuna søkir eftir tveimum tímaløntum summaravloysarum.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
At sláa gras
At lúka og røkja grøn økir
Snøgga gøtur fyri vøkstri og ókrúti
Annað fyrifallandi arbeiði
Um teg:
Sum persónur ert tú ágrýtin, forvitin og hevur hug at arbeiða úti. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssom/ur, dugnalig/ur og vælskipað/ur persónur. Tú hevur lokið fólkaskúlan og ert minst 17 ár.
Ein fyrimunur er at hava koyrikort.
Setanartreytir:
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv at byrja umleið 22. juni og fram til 14. august 2025.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Upplýsingar um starvið:
Fleiri upplýsingar fáast við at venda tær til Magnus Müller, tekniska leiðara, á telefon 770104.
Umsóknin skal sendast til starv@vestmanna.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. mai 2026. Viðmerk: summaravloysari.
Seinni í vár fer kommunan at lýsa “Ung í arbeiði størv” leys at søkja hjá 9. floksnæmingum.







