Vestmanna bygdarráð stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis tónleikaupplivingar í Vestmanna. Tann fyrsta konsertin verður komandi leygarkvøld 1. juni 2024.
Fyriskiparnir av Summartónum leggja sum altíð dent á, at fáa unga ættarliðið við í skránna og síggja hetta sum ein part av tilgongdini at skapa eitt varandi tónleikaumhvørvið.
Í ár verður skipað fyri trimum konsertum í Vestmanna.
Broytingar kunnu koma fyri á skránni.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Summartónum – https://summartonar.fo