Orgul- og violinkonsert verður í kirkjuni í kvøld, týskvøldið klokkan 19.30.
Vestmanna bygdarráð stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis tónleikaupplivingar í Vestmanna. Hetta summarið eru tríggjar konsertir.
Kom og uppliv tveir ungar meistarar á hvør sínum ljóðføri, nevnliga Hjalta Vang Sámalsson á violin og Ara Hammer á orgul.
Um tónleikararnar
Sum 6-ára gamal byrjaði Hjalti Vang Sámalsson at spæla violin, eftir Suzuki háttinum, hjá pápa sínum, Sámali Petersen, á Tórshavnar Musikkskúla. Frá 2020-2023 gekk Hjalti á musikkskúlamiðnám og fór síðani undir lesna á Kongaliga Danska Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hjalti hevur spælt við Føroya Symfoniorkesturi síðani 2017. Í 2015 luttók Hjalti í Jacob Gade Violinkapping, har hann fekk triðju virðisløn.Ari Hammer Joensen byrjaði sum 12 ára gamal at spæla klaver og síðani orgul sum 14 ára gamal hjá Gudmundi Mortensen, á Tórshavnar Musikkskúla. Frá 2020-2023 gekk Ari á Musikkskúlamiðnám og á orguleikaraútbúgvingini. Hann hevur vunnið tvær klassiskar Stella Polaris heiðurslønir. Í fjør fekk Ari eitt annað pláss í Rued Lanngaard kappingini í Danmark. Í februar 2024 móttók Ari gávugóðs úr grunni Thorvald Poulsens av Steinum. Ari lesur á øðrum árið orgul og kirkjutónleik á Kongaliga Danska Musikkonservatorium í Keypmannahavn.







