Í summar gjørdi Norðstreymoyar heimavirkisfelag avtalu við Vestmanna kommunu um brúksrættin til kjallarin í Sýslumanshúsunum.
Kjallarin skal brúkast sum kreativur verkstaður fyri limum felagsins. Tað er ókeypis at verða limur í felagnum, og øll eru hjartaliga vælkomin at tekna seg sum lim.
Hetta er ein fimm ára avtala. Treytirnar eru, at felagið setur hølini í stand, og tað arbeiði er nú komið somikið áleiðis, at nú kunnu hølini takast í nýtslu.
Nógvir møguleikar eru í hølunum til ymiskt kreativt arbeiði. At seyma, binda við maskinu, veva, koma við stokkum, brodera, eisini er eitt vátrúm ið kann nýtast til ymiskt, td at gera sápu ella stearinljós, ja einans hugflogið avmarkar.
Hugsanin við hesum kreativa verkstaði er, at limirnir taka egna útgerð(seymimaskinu, bindimaskinu, etc.) og tilfar(toy, mynstur, saksar, etc) við, og møguleiki er fyri at hava sítt tilfar standandi í hølunum.
Vónandi verður undirtøkan góð og at limirnir koma at brúka hølini og koma við hugskotum til virksemi.
Vegna Norðstreymoyar Heimsvirkisfelag
Barbara Brattaberg, Majgunn Erlandsdottir Nolsø, Linda Christophersen, Elin Rogvadottir Mouritssen og Asa Malan Samuelsen