Vestmanna kommuna sóknast eftir einum framfýsnum leiðara fyri tekniska økið í kommununi.
Tekniska økið er skipað við tekniskum leiðara og einum skrivstovufulltrúa. Undir teknisku deild eru arbeiðsformaður, brunaumsjónarmaður, havnarumsjónarmaður og leiðandi húsavørður.
Vestmanna kommuna er í stórari menning. Bygdarráðið hevur sett fleiri stórar verkætlanir í gongd á tekniska økinum. Nevnast kunnu m.a. umbygging av Vestmanna skúla, heildarætlan fyri havnarøkið, útbygging av høll og av kirkjugarði.
Sum tekniskur leiðari fært tú eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fært týðandi leiklut í framhaldandi menning av kommununi.
Høvuðsuppgávur
Daglig leiðsla á teknisku deild
Fíggjarábyrgd av tekniska økinum
Projektleiðsla, projekteringsarbeiði og dagligt eftirlit
Byggi- og býarplanlegging
Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði
Stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði
Ábyrgd av øllum bygningum og undirstøðukervinum hjá kommununi
Skrivari og ráðgevi hjá bygdarráðnum á tekniska økinum
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umsøkjarar eiga at hava:
Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði saman við royndum
Góðan kunnleika til leiðslu og fíggjarstýring
Góð samstarvsevni
Góð evni at samskifta við borgarar, veitarar og starvsfelagar
Evni at raðfesta, arbeiða undir trýsti og at hava nógv virksemi í gongd í senn
Hollan telduførleika
Umráðandi er, at tú ert opin, fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð
Tað er ein fyrimunur, at tú kennir bygdina, at tú hevur leiðsluroyndir og førleikar við projekteringsarbeiðum. Vit nýta m.a. skipanirnar ArcGIS pro og AutoCAD ella Revit.
Løn og setan
Starvið verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og KAF.
Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. oktober 2025 ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast til sara@vestmanna.fo og skriva “Tekniskur leiðari” í yvirskriftina í seinasta lagi 25. august 2025.
Nærri upplýsingar fáast við at venda tær til Sáru Jógvansdóttir, borgarstjóra, á telefon 770118.
Avgerð um setan verður grundað á eina heildarmeting av bæði viðkomandi persónligum eginleikum, fakligum førleikum, starvsroyndum, umframt á aðrar førleikar ella eginleikar, sum kunnu vera ein fyrimunur fyri teg at røkja starvið sum tekniskur leiðari. Í starvinum eru góðir møguleikar fyri upplæring í eini politiskt stýrdari skipan.
Kommunan skilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.
Vestmanna kommuna er ein virkin kommuna og strembar eftir at skapa bestu fortreytir fyri borgaran, vinnulívið og frítíðarvirksemið. Vit vilja hava eina kommunu, ið er savnandi, og at øll hava bestu fortreytir at virka og búleikast.







